Bilrokt.fo

Tlf. 35 88 88


Um Bilrøkt


Í 2005 stovnaði Jákup á Borg fyritøkuna Bilrøkt, sum í fyrstuni helt til í gamla verkstaðnum hjá Suzuki við Varðagøtu í Havn. Í fyrstuni var tað bert Jákup sjálvur, sum saman við einum hjálparfólki starvaðist í fyritøkuni, men nógv er broytt síðani tá.

Tað gekk ikki long tíð, so var greitt, at hølini við Varðagøtu vóru ov trong, og tí var neyðugt at útvega sær rúmsáttari hølir, og tí var flutt í munandi størri hølir í Pedda við Steinsgøtu. Hesi hølir royndust væl, men vóru tó nakað slitin. Tí kom tað væl við, at Bilrøkt fekk møguleika at ogna sær nýggju hølini í Stiðjugøtu við Velbastaðvegin, og har eru umstøðurnar av teimum allarbestu.

Við árunum er fyritøkan munandi vaksin. Í dag eru starvsfólkini ikki færri enn 18 í tali, og nú eigur Jákup á Borg ikki einsamallur Bilrøkt. Pápi Jákup, Heini, telist nú eisini millum eigararnar.