Bilrokt.fo

Tlf. 35 88 88

Suvo Rustviðgerð


Vit veita dygdargóða rustviðgerð í samstarvi við SUVO. Lesið í greinini niðanfyri, hví tað er so umráðandi at verja bilin ímóti rusti.

 


Tí má bilurin verjast nú


Bilarnir tola ikki veðrið, sum vit hava. Saltið á vegunum, høgu luftvætuna, høga saltinnihaldið og nógva kuldan. Hetta eru sera svárar umstøður hjá bilum okkara, sum av somu orsøk rusta verri enn bilar í øðrum londum. Vetur okkara í Føroyum hevur mint nógv um hin danska í ár, og tískil kunnu vit væl samanbera okkum við útsøgnirnar hjá Mads Raahede, sum er leiðari á rustviðgerðini hjá anti-rust fyritøkuni SUVO.


- Í Noregi og Svøríki hava tey lægri vetrartemperatur, sum gevur lægri luftvætu, og so nýta teir eiheldur salt á vegunum, sum vit gera her. Fastlandið í Evropa hevur hægri hita og lægri luftvætu av teirri orsøk, at nógv lond har ikki liggja við sjógvin. Vit hava saltvatn í luftini orsaka av sjógvinum kring okkum. Somuleiðis eru vetrar okkara um frostmarkið, sum gevur nógva luftvætu. Harumframt koyra bilar okkara runt í einum dunga av salti og kafa, greiðir Mads Raahede frá.

 

Metal rustar
- Tað er ein náttúrulóg, at jarn og onnur metal rusta av tí at tey verða niðurbrotin av luft og vætu. Salt, bæði tað á vegunum og í luftinnihaldinum, framskundar rustin. Fyri at sleppa undan hesum, skal metallið verjast, soleiðis at tað ikki kemur í samband við luft, vætu og salt, sigur Mads Raahede og peikar á, at eitt tað mest umráðandi er at forsegla hesar lutir á bilinum.

- Anti-rust vørurnar hjá SUVO eru baseraðar á mineralolju og voks, sum á ein fullgóðan hátt verjir yvirflatuna á lakkinum. Harnæst eru fleiri evni, ið niðurberja og steðga menningini av rusti, vísir Raahede á.

 

Nýggir bilar rusta eisini

Tað, at ein bilur er nýggjur, veitir á ongan hátt tryggleika fyri, at hann ikki rustar. Tða eru nevniliga eisini nýggir bilar, ið rusta.

- Lesið tykkara garanti væl. Kanska fevnir tað einans um gjøgnumtæring av yvirflatuni. Kanska fevnir tað ikki um samlingar og mekaniskar lutir. Bilarnir eru gjørdir til stóra altjóða marknaðin, har tað ikki verður tikið hædd fyri serligu donsku veg- og veðurumstøðunum. Vit kunnu síggja álvarslig rustálop á bilar, sum bara eru 3-4 ára gamlir, um teir ikki hava fingið eina góða undirvognsviðgerð, sigur Mads Raahede.


Rustan innanífrá

Bileigarar hava lyndi til bara at gerast varugir við yvirflatiska rustin. Verri er vorðið við ósjónliga rustinum í holrúmunum. Eitt nú verður kondensur í holrúminum við hurðina, tá ið tað er stórur munur á hitanum í bilinum og kuldanum uttanfyri.

- Eitt óviðgjørt holrúm hevur nógva vætu og er harvið í vanda fyri at fáa eitt umfatandi rustálop, sum fyrst sæst, tá ið tað er ov seint. Aftur her mást tú vera varugur við, at summar bilsmiðjur einans galvanisera uttastu síðuna av yvirflatuni. Á baksíðuni fær rusturin tískil frítt spæl. Fyri at røkka inn í holrúmini, krevst at tað verða nýttir tunnir verjumiðlar, ið treingja inn ígjøgnum eitt ú punktsveisaðar plátur. Tað hevur altíð verið eitt av vørumerkjunum hjá SUVO, sigur Mads Raahede at enda.