Bilrokt.fo

Tlf. 35 88 88

Gongst strálandi hjá Bentley


13. januar 2014

Sjálvt um vit her heima eiga okkara fyrsta Bentley tilgóðar, gongst strálandi hjá Bentley at framleiða bilar úr fabrikkini í Crewe. Vøksturin var ikki minni enn 19% í 2013 og seldu teir 10.120 bilar.
Norður og Suðuramerika eru teir mest umráðandi partanir í heiminum, eftir tað kemur so Asia, Miðeystur og Europa.
Nýggja modellið Fluing Spur er tann kraftigasti Bentley bilurin nakrantið, og bleiv hann seldur í 2.005 eintøkum.
Vit eru spent her heima, nær vit fáa fyrsta Bentley sleisandi eftir røntguni.........kanska vit mugu bíða til vit finna hasa vælsignaðu oljuna :)



 

Fleiri tíðindi: