Plátuverkstaður

Bilrøkt er góðkendur verkstaður, og umvæla vit mestsum allar tryggingarskaðar á bilum.
 

Á væl útgjørda plátuverkstaðnum kunnu vit m.a. gera hetta:


Steinslagsumvælingar á rúti og rútaskift

Hevur tú fingið eitt steinslag á bilin, er umráðandi at umvæla tað beinavegin. Hetta er serliga galdandi fyri steinsløg á rútinum. Stórur vandi er fyri, at skaðin verður størri av ristingum, ið koma av vanligari koyring. 

Eitt gott hugskot er at leggja klistur ella annað fyri steinslagið, soleiðis at skittur ikki leggur seg í skaðan. Hendur hetta kann gera umvælingina drúgvari ella ómøguliga. 

 

Er rúturin skøvaður ella sprekkaður er neyðugt at skifta rútin. Hetta gera vit fyri teg skjótt og væl. Vit skaffa rútin og skfita hann. 


 

UV-viðgerð av lyktum

Eru lyktirnar blivnar kámar, er tað í flestu førum møguligt at viðgera hetta. Hjá Bilrøkt viðgerða vit lyktir við UV-ljósið, so tær verða sum nýggjar.

 

Áðrenn Aftaná


 

Umvæla buglur og skøvur

 

Upprætting uttan lakkering

"SMS" buglur rættast uttan lakkering
Her hevur enn ein kundi rætta buglir út hjá okkum, uttan at lakkera lakkið. Buglirnar blíva "masseraðar" út. Hettar er NÓGV bíligari og skjótari enn at lakkera.:)

Á fyrru mynd sæst ein bugla á hjelminum - ein slags spiralur. Á mynd tvey er hesin spiralur pist vekk.

Spyr meg

Árni Silvurstein

235 891 glas@bilrokt.fo